26.04.2023

Røða ið Jastrid á Dalbø bar fram á Flaggdegnum

Góðu fuglfirðingar, kæru gestir og áhoyrarar.

Fegin um at halda flaggdagsrøðuna í ár, takk fyri møguleikan og hjartans takk til hornorkestrið fyri tykkara virkna leiklut at skipa flaggdagshaldið hvørt ár. Vit eru heppin í Fuglafirði, at eiga eitt gott og virkið hornorkestur. Tit seta altíð sera góðan dám á tiltøkini her í Fuglafirði.

Takk til skótarnar, ið eisini seta sín vakra dám á flaggdagshaldið her í Fuglafirði.

Í dag er okkara flaggdagur, hvat er eitt flagg?  Sprotin sigur “ dúkur við litum nýttur sum tjóðarmerki.Flagg umboðar fólk ella tjóð.”

Okkara flaggsøga er í stuttum: Í seinnu helvt av 19.øld, er tráanin - óiva vegna vaknandi tjóðskaparrørsluna- hjá føroyingunum, at hava ein savningarmerki.

Fyrsta merki teir nýta er hvítur veðrur á bláum dúki við reyðari rond. Løgmansembæti nýtir framvegis veðramerkið.

Aftaná at Føroyingafelag varð stovnað í 1888 kom tjaldramerkið fram, ivaleyst við Nólsoyar Pálli sum fyrimynd, tí hann var tjaldrið í Fuglakvæðnum.

So okkara flagg fór frá djóramyndum, veðri, tjaldri til Merkið við krossinum .Grannar okkara fyri vestan, íslendingar, høvdu eisini djór- toskin- á flaggi sínum, áðrenn trý litað flaggið við krossinum bleiv viðurkent í 1915.

Krossurin er í flestu norðanlendsku fløggunum, sum vísir á felags kristna grundvøllin.

Okkara flagg, Merkið er millum heimsins yngstu, fekk gildið 25.apríl í 1940.

Merkið hevur alstóran týdning og er virðismikið!

Uppruna Merkið hongur í Famjun, bleiv tryggjað í 2010, tí tað er ein tjóðargripur.

Tað ið hongur í Famjins kirkju er fyrsta Merkið sum er gjørt í vanligari stødd og seymað á Nordisk Flag og Fanefabrik í 1919 eftir umbøn frá fámninginum Jens Oliver Lisberg.

Tá Jens Oliver fór heim til Føroya í 1919 hevði hann flaggið við, og fyrstu ferð Merkið varð vundið á stong í Føroyum, var í Fámjin tann 22. juni 1919.

Tá Jens Oliver fór aftur til Danmarkar, var flaggið verandi  hjá familjuni og brúkt sum tjóðflagg líka til 16. juli 1952, tá familjan bað um loyvi at hanga tað upp  í kirkjuni.

Nú hevur uppruna flaggið fingið nøktandi karmar at verða varðveitt undir, í Famjin kirkju.

Fyritreytirnar broytast, tá Ongland hersetur Føroyar í 1940

Ein søgulig hending úr Fuglafirði  um tá Merkið bleiv nýtt fyri fyrstuferð. “Boðasteinur” fór av Fuglafirði 9.apríl í 1940 fór inn á Oyndafjørð, har teir hoyra eyka útvarpsendingina úr Danmark, at týskarnir høvdu hertikið Danmark.

Tá teir høvdu fiskað nakrar dagar, komu boðini frá bretum, at teir skuldu føra føroyskt flagg, tá teir ikki áttu føroyskt flagg, gjørdu teir eitt.

Jóannes Jacobsen í Lon seymaði eitt flagg, tað hvíta var úr einum havragrýnssekki, bláa frá einari skjúrtu og tað reyða var tikið úr danska flagginum.

Hugsi- tað er áræðið og kreativitetur.

 

Litirnir í Merkinum eru hvítt, blátt og reytt. Úr flaggsanginum ið Hans Andrias yrkti í 1920 syngja vit:

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

syngur tjóðin tær glaðasta song.

Um enn nær ella fjart

ert tú sál míni kært,

sum tú fedrunum vart;

tí tú glógvar so bjart

sum tú sóleyga bart

gjøgnum náttmyrkrið svart,

blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

 

Hava vit okkara Merkið kært? So kært sum fedrarnir?

Vit hava fingið so nógv forerandi, tí onnur stríðdust fyri okkum,t.d móðurmálið og Merkið, latum okkum virða tað og hava tað kært.

Merkið kann okkum sameina, um vit hava ymiskar áskoðanir bæði átrúnðarliga og politiskt so kunnu vit øll savnast undir Merkinum, sum er okkara stoltleiki.

Merkið er fevandi og savnandi í øllum lívsins viðurskiftum, bæði í gleði og sorg.

 

Eitt barnaminni:

Sum barn teknaði eg Merkið á gamalt lak, ið mamma hevði klipt og seymað.

Nýtti farvur, legði orku og nærlagni at tekna tað vakurt.

Tá eg var liðug, klipsaði babba við hønu litaða flaggið á træstong.

Merkið klárt at veitra við til flaggdagin!

Nú hugsi eg vóru foreldur okkara tilvitaði, um at hetta var gott?

At tað var umhvørvisvinarligt?  Endurnýtsla? Hugsavning? Sparing?

Ella var tað bert tí at man fyri 40-45 árum síðani ikki kundi keypa bílig pappírsfløgg?

Hug at hugsa tað fyrra!

Ikki tí eg havi ikki gjørt hetta sama við børnunum, tó so eg kann seta mær fyri at gera hetta við komandi ættarliðinum, ommubørnunum. Ella vit í skúlum og stovnum raðfesta at hugsavna okkum og gera Merkið á ymiskan hátt.

Ynski at vit hava Merkið kært, hugsi um mítt ættarlið og tey komandi. Raðfesta vit at fáa okkum flaggstong og Merkið, tá vit fáa okkum bústað, keypa ella byggja hús?

Ynski at eggja okkum at raðfesta tað, tá eg bleiv 50 ár í desembur í 2021,fekk eg tað ynski uppfylt, elsti sonurin setti flaggstong upp og Merkið veitraði í húnar hátt.

Viðhvørt skal man bara seta sær okkurt fyri, tað er ikki ov seint. Hvørki at raðfesta at fáa sær Merkið og flaggstong ella at hugsa endurnýtslu og hugsavning og tekna/ gera Merkið við børnunum.

Merkið er týdningarmikið bæði fyri okkum sum land og einstaklingar.

Vit nýta Merkið tá vit umboða okkara land, bæði í ítróttar, mentanarligum og øðrum samanhangum.

Hug at nevna leirvíksingin Hávard Vatnhamar, ið broytti ítróttargrein fyri at kunna bera og umboða merkið.

Alt gekk ikki eftir vild í royndini hjá Hávardi Vatnhamar at taka lut í  Paralympisku leikunum fyri Føroyar. Ætlanin var at kappast í triathlon, men hetta bar ikki til - ikki uttan at skifta føroyska búnan út við hin danska - og tað kom ikki upp á tal hjá Hávardi, so hann gjørdi ikki mætari enn at skifta ítróttargrein til maraton.

“Tað hevur størri týdning fyri meg at luttaka fyri Føroyar enn at vinna heiðursmerki fyri Danmark” segði Hávardur.

So Merkið veitraði til  Paralympisku leikirnirnar í august 2020 í japanska stórbýnum, Tokio.

Tá er Merkið honum kært. Er tað okkum kært?

 

Aleksandur Kristiansen systkinabarnið og bygdamaður okkara, sigur í yrking síni Fagra land:

O, fagra land, ei livast ríkar løtur,

Sum her við bjørg og brekkur og um fløtur,

Sum teir, ið bygdu landið

Og skapaðu her tjóð,

Skal hugur slíta bandið og hevja gleðisljóð-

Fagra land! Móðurmálið blíða,

Fyri teg vil eg liva, stríða!

Fagra land!

Ein annar bygdamaður yrkir soleiðis:

Ismar Joensen  Heimbygd mín:

(brot úr yrkingini)

“Tey fjøll umkring mín heimaból, tá ódn seg hevur hvest,

Øll hava roynst sum lívd og skjól og vart mítt heim sum best. (ør 1)

 

Í suðri hevja Tyrlar seg, og Kambur er nær hjá

Gjógvarafjall í nónstaði, í vestri Blábjørg há. (ør 7)

Teim næstur Slætnatindur sæst, og Húsafelli nær

at Borgin heldur fast. Rytafjall ringin slær. (ør 8)

So sera vakurt.

 

Einki er vakrari enn tá Merkið veitrar í heimbygdini, við Leirvíksfjallið ella Blábjørg sum bakgrund.

Tá er tað sum í okkara flaggsangi :

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg.

 

Vit eiga heimsins vakrasta flagg og tjóðsang, 3.ørindi í tjóðsangi okkara “ Tú alfagra land mítt” sigur um merkið og verkið, krossin.

  1. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
    Hin heilagi friður mær falli í lut!
    Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
    So torir hon vága – av Gudi væl skírd –
    at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
    ið varðveitir Føroyar, mítt land

“at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land.

Lat okkum minnast til verkið, okkara kristna grundvøll.

Latum okkum virða Merkið sum tjóðargrib, gleðast um tað sum savnandi fyri øll. Merkið, ið eisini virðir okkum øll, bæði í gleðis- og sorgarløtum.

 

Takk fyri og góðan flaggdag øll somul.