20.02.2022

Røða í samband við fyrsta flogbóltsdystin í nýggju høllini í Fuglafjarðar skúla

Ja, so eru vit her. Og sum onkur kanska vildi sagt, endiliga.

Og vit fegnast stórliga um, at tað nú langt um leingi ber til at hava fyrsta heimadystin í flogbóltslands­kappingini í hesi snotiligu og stórbæru høll.

Eg havi sum umboð fyri kommununa fingið loyvi at siga nøkur orð her í dag.

Skúlabygging hevur leingi verið í umbúna og undir uppsigling í Fuglafirði og í Fuglafjarðar kommunu. Man hevur ivast leingi um hvussu hetta akkurát skuldi grípast ann. Skuldi ein framhaldsdeild byggjast fyrst, og hvar skuldi hon so liggja? Røddir vóru frammi um, at hon átti at liggja á Kambsdali. Ella - átti barnaskúlin fyrsta tørn? Fyri at gera eina langa søgu stutta, so varð avgerð tikin um, at framhaldsdeildin skuldi liggja her í Fuglafirði, og at vit fyrst av øllum áttu at byggja ein barnaskúla og taka tann gamla - tann frá 1936 niður.

Í hesum sambandi var sjálvandi ein bygginevnd sett. Hetta var í 2016. Hendan nevndin gjørdi sær stóran ómak við kanningararbeiði. Bæði tá ið ráddi um at kortleggja innanhýsis, hvørjar grundleggjandi umstøður og hentleikar ein nýmótans skúli eigur at hava, men eisini við at hyggja úteftir og gera kanningarferðir. Nevndin var bæði í Keypmannahavn, men eisini runt á skúlum í Føroyum og hugdi seg um. M.a. vóru vit á Toftum - og kanska var tað har, at kyndilin um eina slíka høll sum hesa festi í. Vit áttu jú eina fimleikarhøll frammanundan á skúlanum, og eiga eisini eina stóra ítróttarhøll saman við grannunum uttan fyri Eið. Men eg haldi, at tað var tá, vit sóu veruliga fongin í at hava og eiga eina slíka høll sum hesa mitt í hjartanum í Fuglafirði. Og vit vistu, at um hon ikki kom nú í samband við skúlabyggingina, so kom hon neyvan nakrantíð.

Eg haldi, vit ivaðust eitt sindur í, um tað yvirhøvur bar til at byggja eina so stóra høll saman við einum so stórum skúla á hesum lítla frímerkinum av einum grundøki, men vit mugu bara sanna, nú tá ið alt er liðugt, at væl er komið burturúr.

Hendan avgerðin við at byggja eina slíka høll sum hesa, ið er sera vælegnað og góðkend til flogbólt, var heldur ikki so ring at taka, tá ið hugsað varð um, at vit her í bygdini hava havt eitt flogbóltsfelag, sum hevur megnað at verið í toppinum í hesi ítróttargreinini í sera  mong ár. Eg síggi á heimasíðuni hjá flogbóltssambandinum, at ÍF er fyrstu ferð meistari í 1989 og hava vunnið 10 ferðir afturat síðani tá. Og teir eru fyrstu ferð steypavinnararn í 2001, og eru nú í síni 14 finalu og hava vunnið 9 av teimum undanfarnu. Tað er flott - ikki minst um teir nú vinna sína 10. Hetta vóru menninir. Kvinnurnar hava eisini vunnið - um ikki so ofta, og vit vóna at síggja tær aftur í toppinum í kappingini um ikki so langa tíð, meðan vit eisini fegnast um ungdómsarbeiðið, ið verður gjørt.

Eg haldi, at eg fari líka at nema eitt sindur við hvussu gamal flogbólturin er í Fuglafirði. Og tá ið vit tosa um byrjanina hjá hesi ítróttargrein her í bygdini, verður sikkurt ringt at koma uttanum Petur Simonsen. Petur kom til Fuglafjarðar sum nýútbúgvin lærari frá Føroya læraraskúla í 1976. Eg ringdi til Petur í gjárkvøldið og fekk hann at fortelja mær eitt lítið sindur um byrjanina hjá sær og flogbóltinum her. Hann greiddi mær frá, at teir lærdu og spældu hesa fyri føroyingum nýggju ítróttargreinina á læraraskúlanum. Petur hevði veturin 77 - 78 fimleikahold um kvøldið eina ferð um vikuna í gomlu fimleikarhøllini her á skúlanum. Og so endaði kvøldið ofta við einum bóltspæli. Og tíðum var tað flogbóltur, sum millum dreingirnar gjørdist meira og meira væl umtóktur.

Longu árið eftir - altso veturin 1978 - 79 varð meldað til  kapping. Eg haldi, at eg fari at nevna nakað sera áhugavert, hann fortaldi mær. Heilt afturi í 50'unum og 60'unum hevur flogbóltur verið at sæð í Fuglafirði. Um hetta mundið - eins og tað jú eisini er nú, komu nógv russisk skip til Føroya. Og í Fuglafirði var jú javnan, at russiskir bátar lógu inni. Petur minnist, at russisku fiskimenninir komu uppá kajuna her í Fuglafirði, har tað jú tá var gott pláss, og spentu eitt net upp og spældu hetta, sum vit so seinni kenna sum wolleyball ella flogbólt. Eisini sluppu dreingirnir úr bygdini upp í spælið - og kanska  er fyrsti neistin til hetta nú so vælumtøkta spæl her hjá okkum sprottin norðuri á kajuni í 50'unum.

Nú skal eg skjótt vera liðugur. Men eg var eisini so heppin at sleppa at spæla hetta nýggja - sum mær eisini fór at dáma ómetaliga væl. Og so má eg eisini reypa, at eg var við á liðnum, sum vann næstbestu deildina í 1981 og á fyrsta sinni spældi okkum upp í meistaradeildina. Tað eru nú 41 ár síðani. Tað heila var ikki so proffesionelt tá sum nú. Eg var byrjaður at ganga í skúla niðri um hetta mundið, og eg minnist einaferð, eg var á veg niður og var farin vestur á flogvøllin. Umborð á Sam á veg vestur hitti eg ÍF liðið, sum skuldi spæla í Sørvági - tað vóru nøkurlundað teir somu, sum tit fara at síggja folda seg út her um eina lítla løtu. Teir síggja akkurát tað sama út - kanska onkur vigar eitt kilo meira ella onkur kanska 2. Sum ikki einaferð tá, so vóru ikki floglíkindi, og eg minnist, at teir komu niðan á flogvøllin eftir mær. So í staðin fyri at sita umborð á flogfarinum ávegis til Keypmannahavnar, spældi eg flogbólt niðri í Sørvági í tí lítlu fimleikarhøllini, sum tá var. Eg minnist ikki heilt um arkitekturin av skúlanum og hesi høllini var við tann dystin, men gleði tykkum,  tit fara at síggja Rúna Abrahamsen arkitekt smasja nakrar bóltar úti í høgra borði her um eina løtu.

Tit fara eisini at síggja løgtingsformannin folda seg út. Hann lærdi eisini at spæla flogbólt á læraraskúlanum og spældi eisini eitt skifti við lokala felagnum har, nevnt NFL. Men eg ætlaði  faktiskt at fortelja tykkum eina lítla góða. Ikki tykkum at siga, so er nógv psykologi í ítrótti og ikki minst í flogbólti. Og eg minnist ofta, at tað ráddi um at órógva og kanska irritera mótpartin eitt sindur fyri líkasum at fáa teir út av kós. Tað var einaferð Jógvan var á liðnum, og mótparturin hevði tað við, at hvørja ferð okkurt hendi, so lótu teir skógvin glíða harðliga eftir trægólvinum fyri at fáa hetta irriterandi gnýstið fram. Og tað gekk heldur einki serligt hjá ÍF eina løtu, og meira gnýstu hesir lúshundarnir. Men so glapp kortini, og okkara menn vunnu dystin. Tá skuldi Jógvan rópað yvir um netið: GNÝSTIÐ NÚ!!!.

Eg fari at ynskja okkum øllum tillukku við hesi høllini og skúlanum annars. Eg fari at ynskja Flogbóltsambandinum vælkomnum, og fari eisini at ynskja Fleyr vælkomnum higar norður til fyrsta dystin í høllini. Og eg ynski báðum liðunum ein góðan og undirhaldandi dyst. Høllin er sum stoypt til flogbólt, men er sjálvandi eisini ætlað til annan ítrótt, og er jú eisini ein partur av skúlanum.

Eg skal heilsa og siga, at 2. apríl verður skúlin vígdur, og tá verður hátíðarhald og rundvísing og meira gjørt burturúr.

Og til allarseinast til meistardeildina í flogbólti: takið nú og bankið hasar klaksvíkingarnar næsta vikuskifti.

Takk fyri

 

Eyðun á Lakjuni, formaður í Mentamálanevndini