Góðu skúlanæmingar, lærarar, Íverksetarhúsið, Mentamálaráðið og borgarar í Fuglafirði og kring landið, sum fylgja tiltakinum umvegis stroyming
Tað er við gleði og stoltleika, at Fuglafjarðar kommuna leggur hús til fyriskipan av SkúlaFM í íverkstan í 2021. Eg havi við áhuga fylgt við tykkara framløgum her í dag, og eg haldi, tit hava verið dugnalig at leggja fram sera áhugaverdar verkætlanir. Tað frøðir meg eyka nógv, at eisini næmingar úr Fuglafjarðar skúla luttaka í FM í íverksetan í ár.
Tit hava lært nógv um íverksetan hesa tíðina, tit hava fyrireika tykkum til dagin í dag; Tit ungu eru ikki bara framtíðar íverksetarar, men eisini nútíðar; tað er í dag at tit vísa, at tað ber til at seta nýggjar verkætlanir ígongd, sum gagna fyritøkum, kommunum og landinum.
Men hvat er tað sum eyðkennir íverksetarahugtakið. OECD, ið varð stovnað aftaná seinna veraldarbardaga, har 36 evropeisk lond í dag samstarva um búskaparligan vøkstur og menning, vísir til sokallaðu Oslo hondbókina, sum allýsir íverksetarahugtakið á henda hátt:
- Ein nýggj ella nógv betra vøra, tænasta ella framleiðsla.
- Ein nýggj marknaðar- ella organisatiónsmetoda í vinnuligum mannagongdum, skipan av arbeiðsplássum ella samstørvum við uttanhýsis áhugapartar.
Men tað sum øll íverksetan hevur til felags, sigur OECD, er, at talan skal vera um nakað nýtt, sum ger mun innan 3 økir:
- Fyritøkuna/kommununa.
- Marknaðin
- Verðina
Góðu tit
Fuglafjørður er grundaður á framskygd fólk, sum sóu møguleikar her á staðnum við serligum atliti at virkseminum á sjónum; fólk, sum eisini vóru íverksetarar, men sum høvdu aðrar – og eisini torførari - fortreytir at virka og liva undir enn í dag. Vinnuliga virksemi á havnalagnum í Fuglafirði er eyðkent fyri sítt dugnasemi og áræði, og sum hevur við sær íblástur og avleitt virksemi til aðrar vinnuligar fyritøkur í Fuglafirði, størri og smærri.
Mentanarøkið í Fuglafirði er eisini eyðkent fyri, at fólk her hava brotið upp úr nýggjum innan list og ítrótt. Mentanarhúsið, her SkúlaFM í íverkstan verður hildið í dag, er tað fyrsta av sínum
slag í Føroyum, og varð tikið í nýtslu í 2002. 10 ár seinni yvirtók kommunan ognarskapin av húsinum. Mentanarhúsið er eitt dømi um ta høgu raðfesting, ið mentanin hevur í Fuglafirði.
Týdningarmikið er at hava í huga, at íverksetan kennir ikki mørk, men kann arbeiðast við innan øll økir, eisini sosiala- og almanna økið, sum kanska ikki altíð verður hugsa um, tá tosa verður um nýggjar verkætlanir við atliti at íverksetan.
Fuglafjarðar býráð hevur sett sær fyri, at arbeiða meira miðvíst við íverksetan komandi tíðina. Her hevur vinnulívið ein stóran leiklut; eisini tí vinnan saman við landsmyndugleikum og kommununi fyrr hevur stuðla undir íverksetanar-verkætlanum sum eitt nú FabLab á Kambsdali, ið tók støði í fyrilestrum í Mentanarhúsinum við heitinum “Kambsdalur vs. Silicon Valley”.
Eg haldi, at tað miðvíst eigur at arbeiðast fram ímóti, at Fuglafjørður verður ein vitanardepil, tí fortreytirnar eru til staðar og vinnan hevur víst áhuga í at samstarva við kommununa, eitt nú innan gransking við atliti at fiskivinnuni; og hví ikki stovnseta eitt FoodLab ella MarineLab, tá so nógv virksemi í Fuglafirði er tengt at sjóvinnuni.
Fuglafjørður er frá náttúruhond eitt Amfi-teatur. Ein rundur pallur við áskoðaraplássum í trappiformi. Amfi er grikst orð og merkir “til báðar síður” – men í íverksetarahøpi er talan ikki um mótstríðandi síður, men at kommunan saman við landsmyndugleikum, vinnuni, mentanini og sosiala økinum arbeiða saman um at íverkseta verkætlanir til frama fyri borgarar í kommununi.
Góðu tit
Eg vil enn einaferð takka fyri, at tit valdu Mentanarhúsið í Fuglafirði til at fyriskipa SkúlaFM í íverksetan 2021.
Eg vil ynskja vinnarum, luttakarum og fyriskiparum hjartaliga tillukku við hesum flotta og týdningarmikla tiltaki;
Eg vil enda mína røðu við eini yrking frá einum av fleiri góðu góðum yrkjarum, sum hava sín heimstað í Fuglafirði.
Hesaferð yrkingin hjá Alexsandur Kristiansen, sum er soljóðandi:
Gev mær bara eitt evarska lítið strá
slóðina gjøgnum bøin, fetini
tú ikki hoyrir, men sansar,
leskandi døggina, teir niðursmokkaðu garðarnar,
eina kvirra løtu fram við bakkaunum.
Gev mær bara kavaklæddu fjøllini,
fátaka landslagið, kraftina í tí útmødda lívinum
millum slokkar og røtur
Gev mær bara eitt bros, tú ikki sært,
men sansar, áðrenn tað hvørvur
áðrenn tað flýggjar at finna aftur á beint.
Gev mær bara orðini tvísporandi
í skýmingini ella gangandi á biti fram
við bakkanum.
Gev mær ein spurning, ikki eitt svar
Takk fyri møguleikan, at bera fram mína røðu her í dag.
Dávur Juul
Borgarstjóri