23.05.2019

Røða hildin á 75 ára degnum hjá Frits Johannesen

Góði Frits

Hetta, at siga nøkur orð til tín í dag, á tínum 75 ára føðingardegi, skuldi vísa seg at vera nógv truplari, enn eg gav mær far um, tá eg so bragliga játtaði til Jonhard Mikkelsen. Lítið visti eg, hvat eg hevði sagt ja til, og enn minni gav eg mær far um, hvussu trupult tað er at taka burtur úr rúgvuni, tá teg umræður.

Tí hvar skal eg byrja? Tú hevur tínar mongu gávur: tú ert fuglfirðingur, lærari, listamálari, kórleiðari, hornblásari, sangari, og eg kundi hildið áfram. Ella skal eg heldur taka støði í ærini Mariu, sum nú er vorðin gomul, og sum hevur mist tenn, men hvønn dag lurtar eftir morgunlestri undir køksvindeyganum saman við tær? Ella kanska kundi eg hugleitt um eitt av tínum verkum, sum tú nevnir “Veðrarokk heimi á Oyruni”, jú, tað er nógv í at velja, tá ið teg umræður, Frits.

Lærarin

Í 2012, also fyri 7 árum síðani, gekk miðlingadóttir mín, Mirja, í øðrum flokki í Leirvíkar skúla. Eg minnist tann eina dagin, tað var ein kaldur várdagur í mars, og vit báðar vóru farnar oman á sandin at finna goggur og aðrar skeljar. Ímeðan vit soleiðis ganga í kvirru og leita, steðgar hon á og hyggur upp um brillurnar og sigur: Mamma, dagurin í dag var tann koolasti nakrantíð!

Vit hava fingið ein nýggjan lærara, og vit fara at gera eina listaverkætlan um eina yrking hjá Hans Andreasi Djuurhus. Mamma, um hin sangin, tú veist ”Sólin er gull,” og veist tú hvat meir? Vit skulu mála søguna í tí sanginum, og vit skulu eisini læra um ein spanskan málara, sum eitur Joan Miró, og gera okkara listaverk í sama stíli, sum Miro málar. Eg sigi við hana, at hatta ljóðar sum Frits, men hon hoyrdi meg ikki, tí akkurát tá fann hon tí vakrastu skelina á sandinum. Tá hon reisur seg upp aftur, flennur hon og sigur, mamma, man hoyrir hann, langt áðrenn hann kemur inn í flokkin, hann syngur so hart, og í dag, ímeðan vit teknaðu, byrjaði hann knappliga at syngja sangin, og so sungu vit øll.

Hendan lítla smágentan, sum gekk í øðrum flokki fyri 7 árum síðani, hevði lært nakað nýtt. Hennara ímynd av einum skúla var víðkað, og í opinum til ta skapandi læruna var ein rútma og ein háttur, sum fekk hana at liva og uppliva alt í einum, og tað er kanska akkurát í hesi samanrenningini, at hon lærdi at droyma. Hon hevði møtt tær, Frits, og dagurin hevði fingið bjartari litir.

Kórleiðarin

Tað eru uml. 40 ár síðani, eg sjálv gekk í øðrum flokki, og byrjaði at syngja í kórinum. Fyri okkum smágentir var kórsangur ein nýggjur møguleiki, sum vit søgdu ja takk til, og góvu vit okkum neyvan far um nógv meir enn tað at byrja við. Vit vandu. Ein nýggjur heimur opnaðist. Tú rósti okkum, gav okkum fleiri og fleiri avbjóðingar, og kórið gjørdist betur og betur.

Eg kundi trivið í so manga søguna, stuttligar forteljingar, gomul minnir. Tí mangar eru løturnar, sum standa klárar í minninum. Fuglafjarðar gentukór bleiv ein av grundarsteinunum í okkara uppaling. Vit lærdu at syngja fleirræddað, lærdu um rútmu og klang, precisión, disciplin, vit lærdu um ábyrgd og at syngja við heitum epli í munninum. Vit lærdu at anda, at umboða, lærdu virðing og lærdu, at øll kundu vera við. Tú, Frits, hevði ein dreym, kórsangur var tín verð, og ikki veit eg, hvussu tú hevur hugsað frá byrjan av, um tú setti tær ítøkulig mál, ella hvussu neyvt tú hevur hugsað teg um, áðrenn tú fór til verka. Men kenni eg teg rætt, so hevur tú hugsað sum Palli Pumm ein flirrandi summardag í Hundrameturskóginum:

 “Í dag er í dag, og í dag er mín yndisdagur,”og so ert tú farin til verka, og júst sum Palli Pumm í Hundraðmeturskóginum, soleiðis eisini tú, tú fórt til verka saman við tínum vinum. Saman við Jógvani á Lakjuni, Heðini Kambsdali og seinni Eyðuni á Lakjuni og mongum øðrum, góðum fólkum. Skjótt var tín dreymur okkara dreymur og tykkara ætlan eisini okkara. Tit miðaðu høgt við John Højby og Tage Mortensen sum gestakórleiðarum. Kórferðir uttanlands. Norra, Danmark, Svøríki, Ísland, Týskland. Vit sungu saman við Sissel Kyrkjebø og Frændum til kórstevnur og jazzfestivalar. Og vit syngja enn, fyri tær, fyri Eyðuni, og Jógvani. Men kanska mest fyri okkum sjálvum, tí millum hvønn tóna er eitt samanhald og ein samleiki, sum hevur havt ómetaligan týdning fyri hvørja einstaka av okkum, og sum áhaldandi knýtir okkum saman. Takk fyri tað.

Fuglfirðingurin Frits

Frits er fuglfirðingur við stórum forbókstavi. Heimsborgari, ja, heilt sikkurt, men fyrst og fremst fuglfirðingur. Møtir ein tær niðri í bygdini eru altíð stundir til eina søgu, eina hugleiðing ella tú luftar tínar nýggjastu ætlanir.

Vit verða drigin við í søgurnar. Onkuntíð hava vit hoyrt søgurnar fyrr, onkuntíð verða nýggir veruleikar knýttir at søgunum, sum geva teimum eitt nýtt rák. Tað, sum er so serstakt, er, at søgurnar byggja á týðandi samanhangir, tær knýta bond, og so eru tær altíð positivar. Í sálminum “Vidunderligst af alt på jord” sigur Grundtvig: “Ordet skaber hvad det nævner,” og júst hesin vísdómur sæst týðiligt í tínum orðum og málbrúki.

Heimbygdini hevur tú bara gott at bera, vit kenna øll tínar poetisku hugleiðingar, bæði í listini, í orðum og tónum. Bygdafólkinum ert tú áhaldandi hugtikin av, og tínar eygleiðingar og útsagnir bera brá av tilknýti og kærleika. Tín tilgongd til lívið tekur okkum øll á bóli. Tú dregur okkum við. Tínir dreymar ella okkara dreymar. Tað er líkamikið, tað eru dreymar fyri okkara stað, okkara fólk og okkum øll, og vit droyma við tær.

Góða Alexandra

Eg fari at takka tær fyri títt rúmandi lyndi. Tú eigur eina so stóra æru í øllum teim leiklutum, sum Frits hevur. Eg skal ikki gera meg klóka upp á nakað sum helst. Tó er tað eitt av okkara væl brúktu orðatøkum, sum eg kundi hugsað mær at umorða. Tað er orðatakið: at aftanfyri ein góðan mann stendur ein sterk kvinna. Hetta orðatak er heilt sikkurt misskilt ella skrivað av monnum frá farnari tíð. Heldur átti orðatakið at ljóða: “Frammanfyri ein góða mann hevur ein sterk kvinna slóðað.” Eg ivist onga løtu í, at tín lutur hevur verið stórur, og at tú til tíðir hevur sett tíni egnu ynskir til síðis fyri at náa teim dreymum, Frits hevði fyri okkara stað og fólk. Við at gera tað, hevur tú víst tína styrki. Fáur maður tosar so vakurt um konu sína sum Frits. At hann er tær takksamur, tað vita vit øll. Men tú skalt eisini fáa eina tøkk herfrá. Takk fyri allar tær løturnar, har tú hevur átt tær minni stuttligu uppgávurnar, soleiðis at Frits fekk livað sínar dreymar til frama fyri okkum øll.

At enda, í besta Frits stíli, fari eg at minna á orðini hjá karismatiska erka-biskuppinum, Desmond Tutu, sum sigur í einum av sínum mongu fløgandi talum um hetta at vera menniskja: Við støði í okkara kristnu trúgv skulu vit vera til reiðar, vera djørv og uppfinnsom, og vit skulu vága okkum á leiðir, har sjálvt einglar ræðast at ganga.

Góði Frits, enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum, til lukku við bókaútgávuni, og tað er mín vón, at tú áhaldandi vísir okkum á leiðir, har sjálvt einglar ræðast at ganga.

Takk fyri

Rønn Eliasen

Røða hildin á 75 ára degnum hjá Frits Johannesen