06.04.2022

Røða frá Eyðun á Lakjuni, formanni í mentanarnevndini, til hátíðarhald á skúlanum

Røða til vígsluna av nýggja barnaskúlanum 2. apríl 2022.

Í dag fegnast vit, fegnast um hendan deiliga nýbygningin, sum nú stendur liðugur. Men vegurin higar hevur ikki altíð verið slættur ella púrasta beinur. Onkrir hyljar og krøpp sving og kanska hálka hava eisini verið. Men í dag gleðast vit stórliga.

Leingi hevur verið ætlað um og leingi hevur mann hugsað hvussu farast skuldi fram við skúlabygging í Fuglafirði. Skuldi ein nýggj framhaldsdeild byggjast fyrst, og hvar skuldi hon so liggja? Átti hon kanska at ligið á Kambsdali? Ella - átti barnaskúlin fyrsta tørn? Fyri at gera eina sera langa søgu stutta, so varð avgerð tikin um, at framhaldsdeildin skuldi liggja her í Fuglafirði. Og seinast í 2015 varð avgjørt í kommununi, at vit fyrst av øllum áttu at byggja ein nýggjan barnaskúla. Málið fór so umvegis mentamálnevndina fyri býráðið tann 28. januar 2016 og aftur endaliga tann 25. februar sama ár, tá ið tað eisini varð einmæt samtykt av býráðnum. Bygginevnd varð sett, og arkitektanir fóru at tekna. Tann 1. mars 2017 varð so spakin settur í og so kenna vit søguna. Gamli skúlin - tann frá 1936 - bleiv tikin niður, og hesi snotuligu hølini uppafturbygd.

Hetta er ein skúli - og um Fuglafjørður var eitt menniskja - so liggur skúlin soleiðis miðskeiðis - nokk so ovarlaga í hesi livandi veru, júst sum hjartað ger hjá tær og mær. Og úr hjartanum floymir jú lívgevandi blóð, ið iltar alt likamið, ja,  tað fer út í hvønn lið og hvørja spong og skapir lív. Og soleiðis skal ein skúli vera.  Skúlin skal fyrst og fremst vera trygga grundarlagið, har okkara børn læra alt tað, sum krevst av teimum víðari í lívinum. Men vit ynskja eisini, at hesin bygningur skal vera meira enn ein skúli í traditionellari hugsan. Hann skal vera hjartaslátturin, ið sprænir lív út í hvønn krók í kommununi.

Tá ið vit av fyrstan tíð settu okkum at at tosa og hugsa um hendan bygningin, var tað nokk so skjótt, at hendan yvirskriftin kom á breddan - meira enn ein skúli. Hvat er so tað - meira enn ein skúli? Hvat var hugsanin aftanfyri tað?

Jú, tá ið tú gert eina íløgu so stóra sum hesa - væl omanfyri tær 100 milliónirnar - so er eyðsæð, at tú vilt, at bygningurin skal verða brúktur til alt tað besta, tú kanst hugsa tær. Her skal vera lív í - ikki bara frá kl 8 til 15, 5 dagar um vikuna, men eisini út á kvøldið allar dagar - undir skipaðum umstøðum sjálvandi. Vit sóu fyri okkum, at her fara at ganga børn og ung við sínum ljóðføri undir hond á veg til og frá tónleikaundirvísing, vit vilja hoyra góðan rútmiskan tónleik úr nýggju venjingarhølunum, nøkur gera fimleik í gomlu fimleikarhøllini, meðan onnur spæla bólt í hesi nýggju, onkur svimur,  nøkur syngja, fólk er á bókasavninum, kvøldskúlin hevur alskyns tilboð bæði til ung og eldri - nøkur mála og skapa nýggja list, meðan onnur smíða ella skrúva, og nøkur seyma, onnur telva og knappliga, so hoyrir tú góðar harmonikitónar onkustaðni úr erva, og ja, skúlin hetta deiliga stað skal vera karmurin um alt hetta spríkjandi virksemi, jú stutt sagt her skal vera vítt til veggja og høgt til loftið og øll skulu kunna kenna hitan hiðani.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við hesum nýggja skúlanum.

 

Takk fyri.