Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til at gera reint í svimjihøllini 2,5 tímar hvønn gerandisdag.
Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð av hølunum. Reingerðin fer fram gerandisdagar, aftná at virksemið í svimjihylinum er liðugt. Talan er um kvøldarbeiðið.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp
- Er álítandi og ágrýtin
- Hevur góð samstarvsevn,i ert hjálpsom/samur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
- Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er
- Tolir broytingar viðvíkjansi arbeiðstíðum o.ø
Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um fast starv 12,5 tímar um vikuna. Royndartíðin er 3 mánaðir.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.
Fleiri upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini. Tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan
Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo
Freistin, at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 6. apríl 2026 á miðnátt.
