04.12.2025

Reingerðarfólk til Svimjihøllina og Ribarhús

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til at gera reint í svimjihøllini 2,5 tímar hvønn gerandisdag og í Ribarhús 2 tímar tveir dagar um vikuna.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð av hølunum. Hølini eru staðsett á tveimum ymiskum matriklum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevn,i ert hjálpsom/samur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er
  • Tolir broytingar viðvíkjansi arbeiðstíðum o.ø

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um fast starv 16,5 tímar um vikuna. Royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 8.00 og 16.00.

Starvið verður sett 1. januar ella skjótast gjørligt hereftir.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini. Tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan HER

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 17. desember 2025 á miðnátt.