Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Tú verður partur av einum reingerðartoymi, sum saman hevur ábyrgd av allari dagligari reingerð í í nýggja barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum. Herafturat koma hallir, skiftingarrúm, bókasavn, skúlakøkur og onnur hølir, ið skulu gerast reint eftir tørvi. Vaska verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla.
Førleikakrøv
Vit vænta, at viðkomandi:
· Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
· Er álítandi og ágrýtin.
· Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
· Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.
· Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.
· Tolir broytingar í starvinum
· Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fast starv sum er uppá 25-30 tímar um vikuna í dagtímunum. Tann, sum settur verur hevur 3 mðr. royndartíð.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn:
Søk starvið her (alfred.fo)
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.