27.05.2025

Rætting til útsøgn á býráðsfundi 26. September 2024

“Eg vil hervið koma við eini rætting til útsøgn mína á býráðsfund 26 september 2024 um møguleikan hjá Fuglafjarðar kommunu at ogna sær meira lendi frá Gjógvaráhaga inn frá vinnuøkinum".

 Á fundinum kundi tað, eg førdi fram, skiljast soleiðis, at Gjógvaráhagi hevði noktað kommununi, at ogna sær meira lendi til víðkan av vinnuøkinum.

 Hetta er ikki heilt rætt tí vit hava ikki sent formliga umsókn til hagastýrið.

 Útsøgnin, eg hevði á fundinum, bygdi á útsøgn frá einum eigara í Gjógvarahaga eg tosaði við í øðrum sambandi og er tí ikki talan um formligt samskifti millum Gjógvaráhaga og kommununa.

 Haldi mær til góða, at hetta ikki varð nøktandi greitt frá á býráðsfundinum.”

 Dávur Juul, borgarstjóri