Hetta er stórsta einstaka verkætlanin Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt nakrantíð, segði ein stoltur Sonni á Horni, borgarstjóri, tá ið partalagsavtalan varð undirskrivað á samkomu fríggjadagin 9. desember.
Á býráðsfundi 29. novermber samtykti Fuglafjarðar býráð, einmælt partalgsavtalu við SP/F Heildarverk, um bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði.
Partalagið fevnir um Fuglafjarðar kommunu, SP/F Heildarverk og ráðgevingarfyritøkurnar Map arkitektar, SMJ og LBF.
Farið verður nú undir sonevndu fasu 1, har verkætlanin verður gjøgnumgingin og endaligi byggikostnaðurin ásettur. Ætlandi verður farið víðari í fasu 2 og arbeiðstøkusáttmála í fyrsta ársfjórðingi 2017.
Skúlin verður meir enn ein vanligur skúli og fer at rúma millum annað musikkskúla, kvøldskúla, bókasavn o.a. Umframt at leggja herðslu á náttúrulærugreinarnar, sum verða innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, har dentur verður lagdur á læring við royndum, verða umstøðurnar hjá fjølbroytta frítíðarvirkseminum tiknar við í skúlabyggingina.
Fuglafjørður fær sostatt ein nýskapandi skúla, - meir enn ein skúla, har andarúmið ber dám av lærdómi og trivnaði.
Eisini formaðurin í mentamálanevndini, fegnaðist um avtaluna.
- Hetta er arbeiðið býráðið og fyrisitingin hava lagt stóra orku í fyri at framtíðartryggja skúlan og geva ríka mentanarlívinum í býnum enn betur fyritreytir, segði ein glaður Eyðun á Lakjuni.