Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 18.01.2023 til 08.02.2023 allar gerandisdagar, uttan leygar- og sunnudag, frá kl 10 - 15.
Sambært uppskotinum verða hesar broytingar gjørdar á økinum, matr. nr. 143bm og 143h, á Sevdalsvegi, í Fuglafirði.
Fyriskipað verður serstøk byggisamtykt fyri matr.nr. 143bm og 143h, Fuglafjørður.
Ásetingarnar í hesi serstøku byggisamtyktini eru galdandi fram um vanligu reglurnar fyri byggisamtyktina.
Vanligu reglurnar í byggisamtyktini eru galdandi, har henda serstaka byggisamtykt ikki ásetir annað.
- Øki serstøku byggisamtyktarinnar
Økið, sum serstaka byggisamtyktin er galdandi fyri, er á útstykkingini á Sevdalsvegi, Fuglafjørður, víst á viðlagda kortskjali, FK j. nr. 22/00576-7, sum er yvirlitstekning yvir økið áðrenn og eftir broyting broyting.
- Endamál og frágreiðing um økið
Matr. nr. 143bm og partur av matr. nr. 143h liggja í øki B, sum er ætlað til sethús og dupulthús sambært byggisamtyktini, og partur av matr. nr. 143h liggur í øki I, sum er frílendi sambært byggisamtyktini. Í øki B eru ongar ásetingar um íbúðarbygging, annað enn, at upp til tvær íbúðir kunnu verða loyvdar í økinum. Serstøk byggisamtykt er tó gjørd fyri at loyva íbúðarbygging á øðrum stað.
Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er tí at skipa bygging á økinum soleiðis, at íbúðir kunnu verða bygdar á skynsaman hátt, ein eind fyri hvørjar í minsta lagi 150 fermetrar.
3. Nýtsla økisins
Økið skal nýtast til fjøltáttaða bústaðarbygging.
Loyvt er at byggja íbúðareindir, eina fyri hvørjar í minsta lagi 150 fermetrar av grundøki, har hvør íbúð skal verða ein brunaeind, á matr. nr. 143bm og 143h, Fuglafjørður.
- Parkering
Minst 1,5 parkeringpláss skulu vera fyri hvørja íbúðareind. Um 4 íbúðir verða bygdar, so verður kravt, 1,5 falda við 4 og tað er 6 parkeringspláss. Um 3 verða bygdar, so verður kravt, 1,5 falda við 3 og tað er 5 parkeringspláss. Hesi skulu vera millum bygning og almennan veg, ella millum mark og bygning.
Uttan mun til tal av íbúðum, er kravið 1,5 parkeringspláss pr. íbúð. Fyri sethús er kravið 2 parkeringspláss.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða skrivlig, og mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 02.03.2023. kl. 15.00, og skulu sendast sum teldupostur til teldupostadressuna info@fuglafjørður.fo.
Fuglafjarðar kommuna 18-01-2023
Soleiðis góðkent av FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ 15. desember 2022
- FK j. nr. 22_00576_7_Økið B7 á matr. nr. 143bm og 143h_17012023_HJ_PAP
- FK j. nr. 22_00576_7_Serstøk byggisamtykt fyrið B7 á matr. nr. 143bm og 143h_17012023_HJ_PAP
- FK j. nr. 22_00576_7_Verandi byggisamtyktarkort_Matr. nr. 143bm og 143h_17012023_HJ_PAP