04.03.2019

Barnalist í Ribarhúsi


Mánadagin 4. mars fer næsta barnalistin, sum hekk i Gamla skúla í Fuglafirði,upp at hanga í Ribarhúsi. Nú hevur tann fyrsta hingið uppi í eina viku. Hetta er sanniliga ein dýrdarkossur í liti og skapi, sum hevur sagt sína søgu, hvussu børn kunnu lata skapini í - seta tey saman og fáa henda gróður at tosa sítt stumma mál sínámillum. Tað er eingin list á Guðs grønu jørð, ið ber so fagran, óspiltan gróður við sær sum barnalistin. Myndirnar hanga uppi alla næstu viku og eru til skjals, meðan Piddasa handil er opin. Hesa sýningar eru eisini í samband við at Varmakeldu málningaframsýningin verður fimmti ár í ár.