Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingum/ hjálparfólkum til bæði 6-áragomlu og frítíðarskúlan, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna. Ein partur av tímunum eru stuðulstímar til børn við serligum avbjóðingum. Harafturat søkja vit avloysara í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l.
- Størvini verða sett 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
- Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
- Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Um dagstovnin Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Er ætlaður uml.65 børnum.
Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir uppundir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum, og hava vit fingið jaligar afturmeldingar um, hvussu gott hetta er fyri tey.
Vit sóknast eftir starvsfólki
- Sum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum.
- Sum er álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
- Sum er jalig/ur og hevur hug og hegni at samstarva bæði við starvsfelagar, foreldur og børn.
- Sum bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Sum sær møguleikar, ið náttúran hevur at bjóða og sum hevur hug og hegni at brúka hesar møguleikar í arbeiðinum.
- Sum dámar væl at luttaka í uttandura virksemi.
- Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- Sær møguleikar fram um forðingar.
Vit leggja dent á, at starvsfólkið:
- Virðir tað einstaka barnið.
- Møtir barninum, har tað er.
- Eru áhuga at arbeiða við málmenning.
- Eru týðilig og góð at samstarva.
- Hevur hug og hegni at skapa karmar, har børn kunnu brúka teirra hugflog og skapandi evnir bæði innandura og úti í náttúruni.
- Hevur hug og hegni at skapa álit, trivnað og tryggleika bæði fyri børn og foreldur.
- Kemur við nýhugsan og ígongdsetan.
- Má tola møguligar broytingar i starvsinnihaldinum.
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin.
- Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga.
- Sparring við aðrar námsfrøðingar.
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi
Bjørghild Arnholdtsdóttir á tlf. 238092.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður
ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 5. juni 2023.