25.09.2025

Reinsitænastan hjá IRF fer í komandi viku at tøma rottangar í Fuglafirði.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  •  at tangin er lættur at koma til
  •  at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  •  at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  •  at lokið er trygt og heilt
  •  at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Tí eru tit vælkomin at deila kunningina á tykkara síðum.

Leinkja til IRF.fo

Rottangatøming í Fuglafirði – IRF

Leinkja til Facebook

IRF - Í komandi viku verður rottangatænastan í Fuglafirði. IRF... | Facebook