Søkt verður eftir námsfrøðingi 35 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt.
Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.
Um dagstovnin Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.
Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.
Vit ynskja at umsøkjarin:
· Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
· Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum
· Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
· Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
· Dámar væl at hava virksemi uttandura
· Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
· Sær møguleikar fram um forðingar
Vit bjóða:
· Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin
· Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga
Setanarviðurskifti:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. mai 2024.
Meira fæst at vitaum starvið við at venda sær til Tanju Simonsen á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo
Send umsøkn HER