Søkt verður eftir skrivstovufólki til Fuglafjarðar skúla. Talan er um eitt farloyvisstarv at arbeiða partstíð (0,75) frá 1. september 2020 til 1. august 2021.
Arbeiðið fevnir m.a um:
alt vannligt skrivstovuarbeiði, herundir avgreiðslu av viðskiftafólki, telefon- og postavgreiðslu, journalisering, fakturering og lættari málsviðgerð.
Arbeiðsbyrðan er skiftandi gjøgnum árið, og ynskiligt er, at tann setti kann átaka sær eyka uppgávur, tá ið á stendur.
Vit vænta, at tú :
· Hevur skrivstovuútbúgving og ella royndir frá skrivstovuarbeiði
· Hevur góðar telduførleikar
· Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og megnar samskifti á norðurlenskum og enskum máli
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Fuglafjarðar kommuna og setanarstaður er Fuglafjarðar skúli.
Umsóknir
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi mánadagin 10. august 2020, kl 12.00, og sendast til info@fuglafjordur.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tlf. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: Olavur.Thomsen@skulin.fo
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar skúli hevur umleið 290 næmingar í 19 flokkum. Við skúlan starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 4-5 reingerðingarfólk. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Fuglafjørður, tann 13. juli 2020