Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 27. februar 2020 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- viðgerð av umsókn frá umsorganarheiminum Gloriu, 700 Klaksvík um fíggjarligan stuðul og tilmæli frá fíggjarnevndini um eykajáttan upp á kr. 70.000,00. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 30. januar 2020.
- Uppskot frá stýrinum fyri ”Nánd” til fíggjarætlan fyri 2020 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- Uppskot til reglugerð um mannagongdir í sambandi við útinnan av loðstænastu og loðsflutningi í Fuglafjarðar havn og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
Fuglafjørður 20. februar 2020
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri