19.01.2023

Broytingar í innsavningini hesa vikuna

Er leiðin til títt ruskstativ ruddað fyri kava?

Í hesum døgum er tað týdningarmikið at hava í huga, at gonguleiðin frá høvuðsvegnum til títt ruskstativ skal vera ruddað fyri kava og annars trygg at ganga á. Um hesar umstøður ikki eru í lagi, verður posin ikki tikin.

Broytingar hesa vikuna:

  • Toftir, Nes og Saltnes: Posarnir verða heintaðir hósdagin, 19. januar.
  • Eiði, Ljósáir, Svínáir, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri: Posarnir verða heintaðir mikudagin, 18. januar.
  • Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv: Posarnir verður heintaðir mikudagin, 18. januar
  • Oyndarfjørður og Hellurnar:Posarnir verður heintaðir mikudagin, 18. januar
  • Søldarfjørður, Lambareiði, Lamba, Rituvík og Æðuvík:Posarnir verður heintaðir mikudagin, 18. januar
  • Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður:Posarnir verða heintaðir hósdagin, 19. januar.
  • Fuglafjørður og Kambsdalur:Posarnir verður heintaðir seinni í vikuni.
  • Runavík, Saltangará og Glyvrar:Posarnir verður heintaðir seinni í vikuni.

Gevið gætur: Fleiri broytingar kunnu koma fyri hesa vikuna orsakað av veðri, kavarudding v.m.