21.12.2021

Kunningarskriv um fjøltáttaðar bústaðarmøguleikar á parti av matr. nr. 871e á Kambsdali

Økið talan er um, er millum Dalsveg, Børkugøtu, Fagragil og oman til gøtusambandið, sum er partur av matr. nr. 871e, Kambsdalur. Íalt fevnir økið um áleið 17.000 m2.

Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina fjøltáttaða bústaðarætlan fyri hetta økið á Kambsdali, sum er gott og vælegnað lendi til bústaðarbygging.

Spennandi ætlanin hevur verið viðgjørd í teknisku nevnd 2. desember 2021, og er síðani samtykt í býráðnum á almennum býráðsfundi hósdagin 16. desember 2021.

Samtykt er at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 871e frá at verða øki til almennar stovnar og fríøki, merkt E og I, til at verða øki B, sum er sethúsa- og bústaðarøki.

Broytingin av serstøku byggisamtyktini fyri økið verður løgd út til almenna hoyring og alment eftirlit í næstum.

 

Ætlanin umfatar 4 ymisk sløg av matriklum

  1. Til einbýlishús, sethús, har hvørt sethús hevur sín matrikul
  2. Til tvíhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
  3. Raðhús/randarhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
  4. Bústaðarhús við fleiri íbúðum. Hetta er 1 matrikul, men hvør íbúð skal                 hava íbúðarnummar afturat matrikulnummarinum

 

Íalt kann ætlanin fevna um áleið 35-40 bústaðareindir í ymiskum støddum, ið liggja væl fyri í mun til ánna, sum rennur ígjøgnum økið og harvið skapar møguleikar fyri lívi og trivnaði.

Grøna økið er staðsett miðskeiðis í útstykkingarætlanini, og er raðfest sera høgt við ánna, sum hugsast kann verður eitt samlingsstað í útstykkingini.

Hædd verður tikin fyri ferðslutrygdini í verkætlanini. Eisini verður ein busslummi lagdur við høvuðsvegin við gøtusambandi oman til útstykkingina.

Ætlanin er at bjóða økið út í fleiri pørtum, ella sum eina heildarætlan, har bygt verður í stigum yvir eitt ávíst áramál.

Ikki ber til at áseta fasta tíðarætlan fyri fremjan av ústykkingarætlanini, men vónandi verður áhugin fyri útstykkingarætlanini stórur, og tí verður ætlanin raðfest frammalaga í arbeiðnum hjá Fuglafjarðar kommunu við at skapa góðar fortreytir fyri bústaðarmøguleikum í kommununi.

Kunnað verður um, at bæði privatir aktørar og onnur feløg annars fara at kunna bjóða seg fram, tá ið ætlanin fer í alment útboð.

Tey, sum eru áhugaði at frætta meira um verkætlanina, eru vælkomin at seta seg í samband við Fuglafjarðar kommunu á tlf. 668000 ella info@fuglafjordur.fo og fáa meira kunning.

Fuglafjarðar kommuna