28.04.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund 05/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 04. mai 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttan til íløgur í  umbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  2. Uppskot frá sosialu nevndini til „Reglugerð fyri dagstovnarnar í Fuglafjarðar kommunu“: Barnalund, Stropan og Kamb.
  3. Skriv frá Føroya politi um ummæli til matstovu- skeinki- og alment loyvi til Restaurant Muntra v/Poul Rustin.
  4. Skriv frá Føroya politi um ummæli til matstovu- skeinki- og alment loyvi til Turkihúsið v/Pæturi Eysturskarð.

Fuglafjørður, tann 28. apríl 2017

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri