29.11.2016

Røða hildin fyrsta sunnudag í advent, 2016.

Góðu tit

Síðani eg fekk litið upp í hendur at halda røðu, hava mínir tankar ferðast víða.

Hetta er ein vøkur løta og nógvar góðar røður eru bornar fram. Eg helt meg hava eina greiða ætlan fyri røðuna við tilvísingum til gávuríkar hugleiðarar, tá eg kom at hugsa um mínar egnu upplivingar frá barnadøgum.

Eg mintist aftur á ta løtuna, tá jólatræið varð tikið inn og skuldi setast upp. Hetta vakra grøna træið, sum fylti ein stóran part av stovuni.

Ofta var tað eitt sindur rokaligt, áðrenn træið kom inn, og vit børn vóru altíð biðin um at hjálpa til. Onkur greinin skuldi kubbast. Stamman skuldi høggast til, so fóturin passaði, og onkur skuldi taka upp allar nálirnar, træið feldið, áðrenn annað varð gjørt.

Innkomið í stovuna og sett, har tað skuldi standa, varð tað vent og snarað, og eg minnist, hvussu vit við undran hugdu at hesum hábærsliga træi. Angin av trænum, sum spakuliga breiddi seg í stovuni, vavdist saman við luktinum av nýbakaðum køkum og bar við sær ein frið, sum legði seg yvir okkum øll.

Í somu løtu plagdi mamma at koma inn í stovuna við súrepla pappeskjuni, sum hon goymdi jólaprýðið í. Eskjan var ikki stór, men hon varð borðin innar í stovuna, sum var hon ein dýrgripur, og ein og ein lutur varð tikin upp úr og lagdur út á gólvið.

Ymisktlittu glaskúlurnar vóru varisliga pakkaðar út. Lítlu fuglarnir við klemmum støvaðir av og gjørdir klárir. Stjørnurnar, vit sum børn høvdu flættað, lógu í einari gamlari jarneskju við loki, so tær ikki skuldu kroystast, saman við kramarhúsum og flættaðum hjørtum av blonkum pappíri.

Tá alt varð funnið fram, og mamma hevði hugt og hildið á hvørjum einstøkum prýði og lagt tað til síðis, sum tørvaði eina hjálpandi hánd, plagdu vit at fáa okkum ein drekkamunn.

Kanska var tað tilvitað fyri at draga løtuna út, men undir øllum umstøðum var tað við til at uppbyggja ein spenning til ta stóru løtuna at pynta træið, og kanska er tað eisini tí, eg minnist aftur á hesar løturnar við eyðmýkt.

Forteljingarnar hjá mammu um hvørt einstakt jólaprýði.  Hvør, ið hevði gjørt hvat, og nær. Hon mintist stuttligar søgur og skálkaligar gerðir, sum góvu hvørjum einstøkum prýði eitt heilt serligt virði, og við sínum forteljingum, tankum og minnum gav hon okkum innlit í, hvussu ymisk virðir kunnu fatast.

Tá træið var liðugt pyntað, og pápi sum tað síðsta setti kertuljósini á træið og Betlehems-stjørnuna á toppin, minnist eg aftur á barnsliga nøgdsemi við at hava avrikað nakað stórt.

Í dag, tá eg hugsi um hesar løturnar, minnist eg aftur á forteljingarnar. Eg minnist, hví skeivu flættaðu hjørtuni vóru eins virðismikil og gyltu glaskúlurnar frá Holmegaard. Eg skilji, hví skrøddu einglarnir ikki skuldi beinast burtur, men heldur hjálpast á leið. Men mest av øllum minnist eg aftur á týdningin við at verða drigin við, at hoyra til og vera partur av onkrum størri.

Í skýmligu stovuni sóu vit tað prógvað fyri okkara eygum.  Vit sóu heildina í vøkru, ediligu grannini, prýdd við ymiskleika, fevnd av nærleika, og vit, ið sótu rundan um træið, vóru sannførd um, at vit øll hoyrdu til.

Søgnin sigur, at Martin Luther eitt vakurt jólakvøld gekk ein túr í skógarlendi. Sum hann gongur, verður hann bergtikin av vakurleikanum av túsundvís skyggjandi stjørnum, sum glampa millum granngreinarnar.

Hann varð so hugtikin av hesi sjón, at hann tók eitt lítið granntræ við heim til familjuna og setti logandi kertur á fyri at endurskapa ta stjørnuglógvan, hann hevði sæð í skógarlendinum.

Jólatræið ella Kristustræið, sum tað eisini verður nevnt, verður í dag sæð sum ein kristin ímynd uppá ljós og savnandi gleði í okkara kristna samfelag. Sjálvt træið boðar frá vári við sínum grøna liti, og tá kerturnar loga, og ljósini skína, so minna tey okkum á orð Jesusar:  Eg eri heimsins ljós, tey, ið fylgja mær, skulu ikki valla í myrkri, men hava lívsins ljós.

Nú jólini stunda til, og myrkrið sýgur tætt um okkum, er tað hugnaligt at kveikja ljós. Tað er ein vøkur siðvenja, at vit í adventini kveikja ljós.

Jólasangurin Kveik ljós lýsir týdningin av ljósinum.

Kveik ljós, eitt ljós skal lýsa, um alla víðu verð Hin skæra himna-stjørna, sum heimur okkar er Lat vónir vakrar vaksa, og góðsku vinna fram Lat heim og himmal hittast, tí ljósið sigur vann

Ljósið varpar ljós á umstøður og kringumstøður.

Góðu tit, vit sum standa her, savnað um gleði og ljós, vit eru partar av onkrum størri, vit hoyra til. Vit eru ymisk, og pláss er fyri okkum øllum. Her er gott at vera. Men tað eru ikki øll, sum eru eins heldig og vit, sum hoyra til eina størri heild, sum hava eitt stað at koma til, ella eiga eina slíka gleði at savnast um.

Hugsa vit eitt ár aftur, so minnast vit teir túsundtals flóttar, sum flýddu frá hús og heimi, sum í vónloysi søgdu farvæl við alt, tey høvdu kært, og í ráðaloysi byrjaðu eina vandafulla ferð til eitt ókent stað, sum tey vónaðu ein dag at kalla heim.

Tíðarinnar rák uttan úr heimi, ørkymla okkum. Tey virðir, vit hava havt kær og hava bygt okkara samfeløg upp um, standa fyri ákoyringum.  Týðandi samstørv slitna, og vit kenna ikki tað, sum kemur í staðin.

Vit liva í eini tíð, sum krevur nakað heilt serligt av okkum. Vit liva í eini tíð, har tað er serliga umráðandi at lata vakrar vónir vaksa og góðsku vinna fram.

Tað er mín vón, at vit í hjørtum okkara kveikja ljós.

Tí kanska er tað við áliti á onnur, at vit læra at líta á okkum sjálvi og harvið veruliga megna at savnast um gleðina og ljósið.

 

Takk fyri

Rønn Eliasen