Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seini broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar býráð á fundi 30. apríl 2026 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini heimi á Oyruni í Fuglafirði.
Talan er um at broyta fleiri matriklar frá “I: Frílendi” til “F: Almenn frítíðarøki”.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri Oyruna í Fuglafirði, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum 7. mai 2026 til fríggjadagin 29. mai 2026, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. Juni 2026.
Á kortinum ovast í vinstra horni vísir økið, sum uppskot er um at broyta. Á kortinum ovast í høgra horni vísir einans lutirnar, sum uppskotið er um at broyta. Á kortinum í niðasta vinstra hornið sæst hvussu byggisamtyktin sær út eftir broytingina
GG.Øll økir, ið ikki eru lýst í tekningini eru sambært byggisamtyktini “K: Landbúnaður”
Fuglafjarðar kommuna




