23.08.2024

Starvslýsing : Havnaumsjónarmaður til Fuglafjarðar Havn

Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 1. novembur 2024 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum skipsførari
  • vinnubræv sum skipsførari
  • førleika í enskum máli bæði í skrift og talu
  • tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum.
  • tú hava teldukunnleika á brúkarastøði.

Væntað verður eisini, at tú, á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini, kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Eiði, Norskála, Gøtu og Leirvík

Vit bjóða tær:

eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.

Setanarviðurskifti:

starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn. Skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.

Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.

Fyrstu tríggir mánaðir verða at rokna sum royndatíð.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 15. september 2024.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rólant Højsted, havnstjóra á telefon 238050.

Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.

Søk starvið her (alfred.fo)