27.10.2025

Filmsdagar í Fuglafirði v/Andriasi Høgenni

UNG 530 bjóðar ungum, við áhuga fyri filmi, at koma á gátt hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktobur; báðar dagarnir frá kl. 15.00 – 19.00 í hølinum hjá UNG 530, í gomlu kantinuni á Havsbrún í Fuglafirði.

Komið við og fái eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, fer at leiða hópin hesar dagarnar. Talan er um eitt grundleggjandi skeið, so øll kunnu luttaka.

Ung framleiða, skapa og læra kynstrið at siga frá søgum, víðarimenna hugskot til eitt storyboard e.l. og at framleiða ein stuttan film á føroyskum. Tað ber til bæði at melda seg sum eitt filmslið ella koma sum einstaklingur. Tekniskir førleikar eru ikki eitt krav.

Øll ung í aldrinum 7. flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding: fer fram umvegis t-post arnmarm@fuglafjordur.fo ella við at ringja ella sms´a til leiðaran Árnmar Mellemgaard á tlf. nr. 513269 í seinasta lagi 29. Oktobur, kl. 21.00.

“Talent í Eygsjón”
er ein verkætlan, sum Filmshúsið hevur sett í verk og sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at luttaka og menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg. Ung, ið umhugsa at halda á fram at virka innan filmsumhvørvi, kunnu so seinni fáa uppaftur fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar.
Filmshúsið 2025

#Betri Samtakið stuðlar tiltakinum.