Mikudagin 14. desember, varð sáttmáli undirskrivaður millum áhugabólkin fyri Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong v/ Anne Mette Greve Klementsen, Brynhild Næs Petersen og Poulinu Abrahamsen og Guðrið Poulsen, listafólk og Fuglafjarðar kommunu.
Hugskotið til minnismerkið spratt á Allahalgannadegi í 2018.. Á vári 2020 varð uppgávan boðin út, og var tað leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum fekk høvi at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.
Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.
Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:
”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul.
Eftir rættiliga drúgt fyrireikandi arbeiði, er nú greitt, at 5 metur høga súlan verður gjørd úr leiri, sum verður brend á Tommerup Keramiske Værksted á Fyn í Danmark. Samlaða kostnaðarmetingin er 1,5 milliónir krónur umframt kostna fyri lendisarbeiðið.
Standmyndin væntast liðugt uppsett á heystið 2023.
Tey ið ynskja at stuðla minnismerkinum kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa 9865 - 3070306, ið er stovnað til endamálið.