28.11.2025

Fíggjarætlanin 2026 samtykt

Fíggjarætlanin fyri 2026 varð góðkend á býráðsfundinum 27.11.2025. Skattaprosentið verður óbroytt 21,25% og barnafrádrátturin verður hækkaður við 500 kr. upp í 9.000,- kr. pr barn.

Raksturin verður komandi ár verður 93,7 mió. kr. netto og er talan í høvuðsheitum um framskriving við lønarhækkingum og fíggjarliga smærri raðfestingum. Raksturin netto býttur á hesi høvuðsøki:

 

§1 Kommunal fyrisiting íalt 13.7 mió. kr.
§2 Almanna- og heilsumál íalt 30.9 mió. kr.
§3 Børn og ung íalt 26.7 mió. kr.
§4 Undirvísing íalt 4.9 mió. kr.
§5 Mentan og frítíð íalt 8.2 mió. kr.
§6 Teknisk mál íalt 10.8 mió. kr.
§7 Kommunal virki íalt -1.5 mió. kr.
RAKSTUR SAMANLAGT: 93.7 mió. kr.

 

Í 2026 eru 54,5 mió. kr. settar av til íløgur, sum er býtt á hesi høvuðsøki.

 

§1 Kommunal fyrisiting íalt 2.5 mió. kr.
§2 Almanna- og heilsumál íalt 0,4 mió. kr.
§3 Børn og ung íalt 0,3 mió. kr.
§4 Undirvísing íalt 21.3 mió. kr.
§5 Mentan og frítíð íalt 5.8 mió. kr.
§6 Teknisk mál íalt 11.6 mió. kr.
§7 Kommunal virki íalt 12.7 mió. kr.
ÍLØGUR SAMANLAGT: 54.5 mió. kr.

 

Á íløgusíðuni er millum annað peningur raðfestur til:

  • miðbýarætlan 2 mió. kr.
  • 64-skúlin 25 mió. kr. brutto,
  • Graslíkisvøll 5 mió. kr.
  • Reinsiverk á Kambsdali 2,3 mió. kr.
  • Kirkjugarðar 2,3 mió. kr.
  • Moldgoymsla 0,8 mió kr.

Inntøkurnar eru mettar til 127 mió. kr., sum eru samansettar soleiðis:

Kommunuskattur (A+B skattur) 85,4 mió. kr.
Partafelagsskattur 17,0 mió. kr.
Skattur av Kapitaleftirlønum 20,9 mió. kr.
Skattur av DIS og FAS 842/844 2,8 mió. kr.
Tøku- og veiðugjald 0,9 mió. kr.
SAMLAÐAR INNTØKUR 127 mió. kr.

 

Samlaðu útreiðslurnar við rentum og avdráttum eru um 32 mió. kr. hægri enn samlaðu inntøkurnar. Hetta verður fíggjað við nýtslu av tøkum peningi 20 mió. kr. og 12 mió. kr. í lántøku.

Mett verður at skuldin við ársenda 2026 verður umleið 85% av eini álíkning uppá 23%.