Mentanardagar 2025 nærkast í hvørjum.
Hava tit, tú ella títt felag í Fuglafirði eitt tiltak, sum tit ætla at skipa fyri, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum skjótast gjørligt, so skráin kann gerast fullfíggjað í góðari tíð.
Um tit ringja til okkara, vinarliga ringið í vanligari arbeiðstíð ella skrivið til okkara á mentanardagar@fuglafjordur.fo
Tit eru vælkomin inn á gólvið á bókasavninum, Kunningarstovuni ella hjá Fuglafjarðar Kommunu við hugskotum.
Vit gleða okkum til 5-7 september.
Fuglafjarðar bókasavn
