22.08.2024

Køksstarvsfólk til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðsku máltíðir til húsfólkini umframt at halda køkin. Talan er um fast starv, har starvstíðin í løtuni er 44 tímar aðru hvørja viku.

Vit ynskja, at tú

  • sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
  • ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving kann hava fyrimun.

Starvsetan og løn

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. oktober 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála  við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. august 2024

Umsóknirnar skulu sendast til: elsebeth@eystur.fo