27.11.2020

Kunngerð um skipandi býráðsfund

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at fyrstvaldi býráðslimurin á kommunuvalinum í Fuglafirði tann 10. november 2020, Dávur Juul, hevur kallað inn til skipandi býráðsfund í Mentanarhúsinum hósdagin tann 3. desember 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Val av formansskapi – borgarstjóra, varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra.
  2. Val av føstum nevndum.
  3. Val av øðrum nevndum og umboðum.

Fuglafjørður, 27. november 2020

Fuglafjarðar kommuna