Søkt verður eftir sálarfrøðingi at byrja 1. mars 2020, ella skjótast gjørligt eftir ásettu dagseting. Um tú ert tann rætti persónurin, bíða vit gjarna eftir tær. Talan er um 30 tímar um vikuna.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv, á einum góðum arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• At hava útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi samrøður við børn og ung.
• At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum og ungum.
• At kanna kensluligar, kognitivar, sosialar og eksekutivar førleikar hjá børnum og ungum.
• At veita familjum ráðgeving og viðgerð.
• At veita foreldrum, námsfrøðingum og lærararum, ráðgeving og konsultatión.
• At veita starvsfólkum og samstarvsfeløgum persónliga og fakliga supervisión.
• Skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum í samráð við leiðaran
• v.m.
Vit vænta at tú:
• ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
• hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul
• ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki
• hevur eina jaliga menniskjafatan
• ert fús/fúsur til at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
• v.m.
Førleikakrøv:
• Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post: ingi@fuglafjordur.fo
Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 20. januar 2020.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.