15.09.2026

Reingerðarfólk til reingerð í Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja skjótast gjørligt. Talan er í fyrsta umfarið um eitt tíðaravmarkað starv fram til 31. desember 2026

Um starvið

Tú verður partur av einum reingerðartoymi, sum saman hevur ábyrgd av allari dagligari reingerð í barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum. Herafturat koma hallir, skiftingarrúm, bókasavn, skúlakøkur og onnur hølir, ið skulu gerast reint eftir tørvi. Vaska verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi:

· Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.

· Er álítandi og ágrýtin.

· Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.

· Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.

· Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.

· Tolir broytingar í starvinum

· Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt fast starv sum er uppá 25 tímar um vikuna í dagtímunum.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið

søk starvi HER

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.