15.11.2022

KUNNGERÐ um vallistar til løgtingsvalið

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til løgtingsvalið 8. desember 2022 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Støð 5 frá 16. november til 25. november 2022 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00-15.00.

Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.

Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til løgtingsvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Fuglafjørður, tann 15. november 2022

Fuglafjarðar kommuna
Kristian Petersen, formaður í løgtingsvalnevndini og
Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri