27.03.2026

Dagførd skipa-, vøru- og leigugjøld fyri Fuglafjarðar havn frá 1. apríl 2026

Fuglafjarðar býráð samtykti 25. mars 2026, at dagføra skipa-, vøru og leigugjøldini fyri Fuglafjarðar havn galdandi frá 1. apríl 2026.

Broytingarnar eru í stuttum hesar:

  • Í bólki I. SKIPAGJØLD er teksturin dagførdur eins og óviðkomandi ásetingar eru tiknar burtur eitt, nú um strandferðsluskip. Undir punkt A2.c) (á síðu 6) er gjaldið broytt frá ½ havnagjald til fult havnagjald. Undir punkt B2.g) (á síðu 7) er brúgvagjaldið regulera frá 9 kr./BRT til 10 kr./BRT .
  • Í bólki II. VØRUGJALD eru bert smávegis málsligar rættingar.
  • Í bólki III. LEIGUGJØLD FYRI LENDI Á HAVNAØKINUM punkt d) (á síðu 11) er áseting komin um kostnað fyri bingjur sum standa á ikki leigaðum lendi. Harafturat er prísur fyri leysaleigu av økjum á havnalagnum ásettur til 5 kr./fermetur um dagin.
  • Í bólki IV ONNUR GJØLD eru vørubólkurin “Súrløgur” komin afturat í bólkinum 1B. (á síðu 12 og 13).
  • Í bólki V. FYRI AÐRAR TÆNASTUR, SUM HAVNIN LETUR (á síðu 14) er prísurin fyri vatn punkt 3.2 reguleraður frá 2,75 kr./tons til 3,00 kr./tons. Prísurin fyri fastgerð og loysing punkt 6. eru eisini reguleraðir. Punkt 7. Loðsgjøld eru dagførd, sambært kunngerð um hesi gjøld. Nýtt punkt 8. Leigan av hølum er komið í gjaldsskránna

 

Gjaldsskráin er at finna á hesari leinkjuni https://portoffuglafjordur.com/gjaldskra

 

Fuglafjarðar kommuna