Vit søkja eftir einum fysioterapeuti til farloyvisstarv í heimatænastuni. Brennur tú fyri at veita eldra ættarliðnum heilsustimbrandi og endurmennandi tænastur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Í heimatænastuni arbeiða vit sum eitt toymi við fysio- og ergoterapeutum, visitatorum, heimasjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktararum, heilsuhjálparum og heimahjálpum.
Terapeutiska virksemið er í stóran mun á Miðstøðini í Leirvík, har eisini venjingarhølir eru. Virksemið er eisini heima hjá borgarum og hjá borgarum á teimum trimum sambýlunum í ávikavist Leirvík, Fuglafirði og Norðragøtu.
Vit søkja eftir
- einum fysioterapeuti til farloyvisstarv í starvsbrøki 0,875 frá 1. september 2026 til 1. september 2027.
Endurmenning
Nánd hevur síðan 2024 arbeitt miðvíst við endurmenning, fyrst sum ein verkætlan, men nú sum eitt føst tænasta, soleiðis, at heimabúgvandi borgarar, sum koma í skipanina, fáa tilboð um eina endurmenningargongd.
Terapeutiska toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:
- at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
- at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurmenna sínar virkisførleikar
- at veita endurmenning, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
- at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
- at undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
- at menna tað terapeutiska økið
Vit vænta, at tú
- ert virkin luttakari í toyminum
- saman við toymi og leiðslu tekur stig til at tillaga og framhaldandi menna terapeutisku tænasturnar
- ert fleksibul og fús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
Førleikakrøv
- Prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
Vit bjóða tær
- at starvast í einum terapeutiskum toymi, har góðir møguleikar eru fyri fakligari sparring og menning
- eitt framtakshugað arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum fleirfakligum, lærandi toymi, har dentur verður lagdur á at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum
- fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tænastunum hjá Nánd
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya. Víst verður til deildarleiðaran á Miðstøðini.
Nærri kunning um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo
Umsóknir
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. juli 2026. Umsókn skal sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo
Meira kann lesast um Nánd her
