Í viku 21 og 22, 19. – 30. mai 2025, verður grivið fyri EL kaðalum á Innandalsvegi frá Innandalsvegi nr. 9 til Innandalsveg nr.2, sí kort.
Ferðslan verður tarnað hettar tíðarskeiðið. Ferðslan verður leidd í ovaru síðu í nevnda strekki.
Heitt verður á borgarar í nevnda strekki, at parkera bilarnar aðra staðni í hesum tíðarskeiði.
Drekkivatnsveitingin verður eisini darva í hesum tíðarskeiði vegna dagføring.
Vinarliga Fuglafjarðar kommuna
