20.12.2024

Námsfrøðingur til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?

Og kundi  hugsa tær at arbeitt miðvíst við Betri Vinir og motoriskari sansastimbran? So hevur tú møguleikan nú!

Vit sóknast eftir námsfrøðingi, ið ynskir at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn, við óteljandi møguleikum. Á stovninum brenna vit fyri einum høgum fakligum støði, har dentur verður lagdur á ein sterkan og mennandi felagsskap. Vit hava eitt sterkt fakligt toymi, har pláss er fyri nýhugsan og støðugari menning, sum tú kanst gerast partur av.


Um stovnin:

Stropin byrjaði sítt virksemi í septembur 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við TÍTT, Betri Vinir og leggja stóran dent á motoriska sansastimbran. Vit hava starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki. Vit bjóða eisini viðkomandi skeið og vegleiðing til nýggj starvsfólk.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugur, er ja-ligur, dugir at samstarva og vil taka ábyrgd. Tað er av alstórum týdningi, at vit saman kunnu skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Vit bjóða:

  • Áhugavert fulltíðarstarv, ætlað námsfrøðingi, har møguleiki kann verða fyri niðursettari arbeiðstíð
  • Starv við skemalagdari fyrireikingartíð, ið gevur góðar umstøður til at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði
  • Starv, har menningin hjá tí einstaka barninum er í miðdeplinum
  • Starv, har foreldrasamstarv verður raðfest høgt
  • Starv, har ein kemur at hava ávirkan á sítt arbeiðslív
  • Starv, har ein gerst partur av einum góðum og støðugum starvsfólkahópi, ið raðfestur trivnað og fakliga menning høgt

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett mánadagin 13. januar 2025 ella eftir nærri avtalu og er tíðaravmarkað til
11. juli 2025
. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk, 9 – 14 fyri námsfrøðiligar atstøðingar og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn:

Klik her

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Fríggjadagin 3. januar 2025