Vit søkja eftir trimum røktarstarvsfólkum til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Størvini eru á niðaru hæddini, har tað eru 8 pláss til fólk við demens. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.
Normerning.
Á niðaru hæddini eru trý røktarstarvfólk til arbeiðis um dagin og trý um kvøldið, og ein náttarvakt er til 8 búfólk.
Talan er um trý størv, eitt starv á 26 tímar í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti, og tvey størv á 20 tímar í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti. At byrja 1. mai 2024 ella so skjótt sum gjørligt.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving sum røktarstarvsfólk
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur royndir og vitan um demensumsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við útbúgving innan røkt søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
- at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.03.2024 kl. 12.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her