06.03.2024

Starvslýsing – Reingerðarfólk til Stropan.

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð á dagstovninum Stropanum, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð á dagstovninum og talan er um helvtina av stovninum, har tit eru tvey starvsfólk, sum gera reint.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi hevur hesar førleikar :

  • Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um farloyvisstarv og royndartíðin er 3 mánaðir. Tímatalið er 13,5 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er eftir kl 17.00.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, møguligum viðmælum skal sendast við vanligum posti til :

Fuglafjarðar kommunu
Í Støð 5
530 Fuglafjørður

Ella við telduposti til :
info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið  19.mars 2024 kl 12.00.

Starvslýsing sum PDF