Søkt verður eftir nýggjum samskipara til dagtilhaldið hjá Fuglafjarðar kommunu at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt tímalønt starv ca. 14 tímar um vikuna.
Um Dagtilhaldið
Dagtilhaldið hevur opið mánadag, týsdag og mikudag frá kl. 15.00 – 18.00. Allir heimabúgvandi pensionistar í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu eru vælkomnir. Endamálið við dagtilhaldinum er at eggja borgarum til ein virknan gerandisdag.
Dagtilhaldið skal verða eitt hugnaligt samlingsstað, har tørvurin og áhugamálini hjá teimum sum eru virkin myndar dagskránna. Virksemið kann t.d. vera kortspæl, binding, teldulæra, ítriv v.m. Nakrar ferðir um árið verður skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttaka.
Vit leita eftir einum skapandi, sjálvstøðugum og ídnum samskipara sum megnar at útdeligera og fáa onnur við. Í tínum samskiftið ert tú blíð/ur og fyrikomandi og tú megnar at skapa eitt dagtilhald, har tey sum eru virkin kenna seg heima og føla ognarskap.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Dagtilhaldið hevur opið ca. 28 vikur um árið
Søk við vanga HER