09.12.2016

KUNNGERÐ um býráðsfund 13/2016

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 15 desember 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Mál viðvíkjandi 2. viðgerð av eykajáttan til íløgu í Fuglafjarðar havn. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 29. november 2016, har avgerð varð tikin um at taka undir við tilmælunum frá vinnu- og fíggjarnevndini og beina málið til 2. og endaliga viðgerð.
  2. Skriv frá Havsbrún um møguligt endurgjald fyri meirkostnað av tunnilsarbeiði og tilmælir frá fíggjarnevndini í málinum.
  3. Umsókn frá SP/F Rhesa um fíggjarliga stuðul til verkætlanina á Kambsdali og tilmæli frá fíggjarnevndini.
  4. Skriv frá kaju Toftegaard um viðurskiftini viðvíkjandi ogn teirra á Innandalsvegi 27 í Fuglafirði og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.

Fuglafjørður, tann 08. desember 2016
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri