Brennir tú fyri demensøkinum, so er eitt spennandi starv leyst at søkja í Nánd.
Vit søkja eftir starvsfólki til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði til starvsbyrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 9-16. Starvið er á brøk 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna.
Endamálið við tilboðnum í Doktarahúsinum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi. Á dagtilhaldinum starvast sjúkrarøktarfrøðingur við demenssamskiparaútbúgving, heilsuhjálpari og hjálparfólk.
Vit vænta, at tú hevur
- persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
- útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
- áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
- gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einstøkum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum
- førleikar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við persónin við demens, avvarðandi og starvsfelagar
- ert ábyrgdarfullu/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
- áhuga og evni til tvørfakligt samstarv
Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur.
Um eingin við útbúgving innan heilsufak ella námsfrøði søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi
- góðar starvsfelagar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26 mai. 2026 kl. 12:00.
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta
Setanarviðurskifti
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á tlf. 730232 ella elsebeth@eystur.fo
Um Nánd
Tú kanst lesa meira um Nánd á heimasíðuni www.nand.fo
