Eyka býráðsfundur verður í býráðssalinum í Støð 5, hóskvøldið 16. Januar kl. 19.00.
Á dagsskrá er:
- Uppskot til broytingar í kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu 1. Viðgerð.
- Val av valstýrum fyri valstaðið Hellurnar.
- Áseting av býráðsfundum í 2025.
- Uppskot frá Føroya kommunufelag um viðtøkubroytingar fyri SEV-stýrið.
Dávur Juul, borgarstjóri