Giljagarður søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. juni 2024 ella skjótast gjørligt aftaná. Talan er um starvsbrøk 0,7, ið svarar til eitt miðaltímatal á 28 t/viku. Starvast verður í skiftandi vaktum og í miðal 3. hvørt vikuskifti.
Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktrfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt køksstarvsfólk og reingerðarfólk.
Innihaldið í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur er, at
- hava ábyrgd av kompleksu sjúkrarøktarfakligu uppgávunum
- veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
- arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis
Vit kunnu bjóða
- góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- gott samstarv við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar fakbólkar í Nánd
- góðar møguleikar fyri førleikamenning
- møguleika at venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit vænta at tú
- hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
- hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
- ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC)
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara, tlf. 730282 ella við telduposti asaa@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til asaa@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð”.
Umsóknarfreistin er 23.04.2024.