20.02.2020

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 02/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 27. februar 2020 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. viðgerð av umsókn frá umsorganarheiminum Gloriu, 700 Klaksvík um fíggjarligan stuðul og tilmæli frá fíggjarnevndini um eykajáttan upp á kr. 70.000,00. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 30. januar 2020.
  2. Uppskot frá stýrinum fyri ”Nánd” til fíggjarætlan fyri 2020 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  3. Uppskot til reglugerð um mannagongdir í sambandi við útinnan av loðstænastu og loðsflutningi í Fuglafjarðar havn og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.

Fuglafjørður 20. februar 2020

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri