Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1.september 2022 til 31. august 2023.
Starvsbrøkurin er 0,8 og kemur tú at hava kliniska ábyrgd á eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík (starvsbrøkur 0,4) og sum heimasjúkrarøktarfrøðingur (starvsbrøkur 0,4). Tú kemur at starvast í dagtímum gerandisdagar. Brøkurin á Giljagarði er umframt vanligu normeringina og í heimatænastuni verður tú ein partur í toyminum av heimasjúkrarøktarfrøðingum. Møguleiki verður at fáa hægri brøk við at taka vanligar røktarvaktir.
Innihaldið í starvinum sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur
Nánd hevur í løtuni tríggjar kliniskar sjúkrarøktarfrøðingar. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir tryggja sjúkrarøktina í øllum Nánd og innganga í eitt toymi.
Tú fært ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á eldrasambýlunum og hjá borgarum heima við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vandamálsstøðum. Tú kemur at samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði internt og eksternt. Tú kemur at hava serlig fakøki s.s. heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi.
Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss umfrmat ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkennng sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika á brúkarastøði
Vit vænta at tú:
- hevur áhuga fyri eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
- hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
- ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
- hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing.
- dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
Tað kann verða fyrimunur, um tú hevur hægri útbúgving ella eftirútbúgving og/ella royndir innan eldrarøkt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara á Giljagarði, tlf. 730282, teldupost: asaa@eystur.fo ella Katrin Hansen, deildarleiðara fyri Heimatænastuna, tlf. 730212, teldupost: katrin@eystur.fo.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til nand@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur”.
Umsóknarfreistin er 12. juli 2022.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her