21.12.2021

Spennandi starv sum dygdarmennari í Nánd

Nánd Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu søkir eftir einum  fakligum dygdarmennara at byrja 1. mars 2022 ella eftir avtalu. Talan er um eitt nýtt starv, ið verður sett fulla tíð (ella eftir avtalu) við tí endamáli at menna dygdina í tænastunum, sum eldrasamstarvið bjóðar.

Uppgávan hjá dygdarmennaranum verður í tøttum samstarvi við leiðaran fyri Nánd, deildarleiðarar og starvsfólk at arbeiða fyri at menna eina so góða tænastu sum gjørligt og tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgd. Meira ítøkiliga inniber hetta millum annað at:

  • menna tænasturnar hjá Nánd
  • skipa innleiðslu og menning av starvsfólkum
  • samskipa eitt lærandi umhvørvi fyri næmingar og lesandi
  • gera kunnandi tilfar um Nánd
  • gera, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir
  • savna hagtøl
  • nágreina starvsfólkaprofilar
  • samskipa, tá tað gerst aktuelt við talgildari journalskipan
  • menna og dagføra heimasíðu

Førleikakrøv

Til starvið krevst prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og viðkomandi eftirútbúgving kunnu vera ein fyrimunur.

Harafturat vænta vit fylgjandi dygdir:

  • Evni at kveikja eina góða og positiva tilgongd í menningararbeiði
  • Fyrisitingarligar royndir
  • Góðar førleikar at orða seg í skrift og talu
  • Góð samstarvsevni
  • Tænastusinnið
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Førleikar at gera uppsøkjandi arbeiði og sjálvsstøðugt taka stig til, ganga undan og skipa menningararbeiðið

Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk
  • Stóra ávirkan á menningina av tænastum og tilboðum

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevara- felagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara fyri Nánd, á tel. 730 204 yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til poula@eystur.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til poula@eystur.fo ella

Nánd Heimatænastan
Oyran 2
512 Norðragøta

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 10. januar 2022.