01.10.2016

KUNNGERÐ um býráðsfund 08/2016

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 06 oktober 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Mál viðvíkjandi 2. Viðgerð av eykajáttan til bátahavnina og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 08. september 2016.
  2. Uppskot til broytan av kommunustýrisskipanini fyri kommununa, hetta vísandi til 7. Part § 34 um samsýningar o.a
  3. Umsókn frá Fa. Poul Joensen um byggiloyvi til bygning á matr. Nr. 871bm á Kambsenni 11 á Kambsdali og tilmæli frá vinnu- og teknisku nevndini í málinum.
  4. Mál viðvíkjandi umsókn frá Havsbrún um endaligt byggiloyvi, hetta sambært ískoytisfrágreiðing frá EM Ráðgeving og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  5. Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og Havsbrún fyri grundøkið matr. nr. 239l mjølgoymsluna á havnarøkinum og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
  6. Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og Havsbrún fyri grundøkið matr. nr. 239b undir manningarhúsi og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
  7. Kunning um verkætlan, sum Frits Eið hevur ætlanir um at gera um fríðkan av Hellubygd.

 Fuglafjørður, tann 30. september 2016

 Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri