Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.
IRF heitir á fólk um at tryggja:
- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/
Tí eru tit vælkomin at deila kunningina á tykkara síðum.
Leinkja til IRF.fo
Rottangatøming í Fuglafirði – IRF
Leinkja til Facebook
IRF - Í komandi viku verður rottangatænastan í Fuglafirði. IRF... | Facebook
