Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali, at byrja 06. januar 2025
Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð í frítíðarskúlanum og talan er um reingerð 17,5 tímar aðru hvørja viku.
Vit vænta, at tú hevur hesar førleikar :
- Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
- Er álítandi og ágrýtin
- Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
- Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er
Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um fyribilsstarv til summarferiuna og royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er eftir kl. 17.00.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan
Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo
Freistin, at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 1. januar 2025 á miðnátt. Setanarsamrøður verða væntandi 3. januar 2025