Til veljarar til løgtingsvalið 8. desember 2022 í Fuglafjarðar kommunu.
Vísandi til at løgtingsval er útskrivað 9. november 2022 so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði hósdagin 8. desember 2022 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við mikudagin 7. Desember 2022. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mikudagin 7. Desember 2022, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00.
Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mikudagin 7. Desember 2022 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.
Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.
Fuglafjørður, tann 28. november 2022
Fuglafjarðar býráð